Másin sigur pli, pli, pli

Hans Andrias DjurhuusJohan Christian Gebauer
Orð: Hans Andrias Djurhuus
Lag: Johan Christian Gebauer

Másin sigur: “Pli, pli, pli!”
Ternan sigur: “Kri, kri, kri!”
Lundin sigur: “Á, á, á!”
Krákan sigur: “Krá, krá, krá!”
Lambið sigur: “Mæ, mæ, mæ!”
Stuttligt er at hoyra tað.
Vakrast er, tá smábørn syngja,
og tá kirkjuklokkur ringja.

Dunnan sigur: “Kvagg, kvagg, kvagg!”
Dunnan er eitt gamalt sjagg.
Hønan har við fjósins vegg
sigur “skrukk” og verpur egg.
Haran sigur ikki stórt,
summardáin eiðasørt. –
Grøs og allar urtir tiga,
gleða seg, men einki siga.

Lítli mín, hvat sigur tú,
fegin vil eg vita nú;
veit eg, meir enn djóramál
býr í tíni ungu sál,
eygu tíni siga frá,
at tú meir enn djórið sá.
Svarar lítil piltur glaður:
“Eg vil verða rættur maður.”

FavoriteLoadingGoym tekstin