Maskuspæl

Orð og lag: Martin Joensen

Veitsluhøllin fyllist so við og við.
Dyrnar eru opnar, so øll kunnu koma inn,
– børn og gomul fyri hálvan prís!

Bert eitt krav: Kom ikki sum tú ert!
Maskufólkið krevur maskur,
– skundið tykkum nú…!
Børn og gomul fyri hálvan prís!

Spælimaður spælir villan vals,
– tað ræður um at fylgja við …
Maskufólkið bíðar spent at síggja,
hvør ið ikki dugir sið.

Maskuspælið leikar alla nátt,
– nøkur falla frá og verða 
skumpað út um gátt:
Spælimaður, spæl ein svanasang!

Tynnist skjótt í maskumúgvu,
sólin setur ljós á náttarpall.
Morgunin er uttanfyri,
spælimaður, spæl til maskufall!

FavoriteLoadingGoym tekstin