Máttu vit gjørst ljós, sum skinu í heimi

Flóvin Tyril
Orð og lag: Chris Christenson
Týtt: Flóvin Tyril
Upprunaheiti: May we be a shining light (Song for the nations)

1. Máttu vit gjørst ljós, sum skinu í heimi,
sum lýstu upp her í hvørji tjóð og ætt,
til hvørt stað á fold tína dýrd at síggja fær.
Ljómandi tú okkum ger!

2. Máttu vit gjørt orð títt kunnigt í heimi,
hitt lívsins orð borið hvørji tjóð og ætt,
til hvørt stað á fold tína stóru frelsu sær.
Náðiíløt okkum ger!

3. Máttu vit títt balsam verið í heimi,
títt grøðibalsam í hvørji tjóð og ætt,
til hvørt stað á fold tína guddómsmegi sær.
Grøðibalsam okkum ger!

4. Máttu fagnaðarsong vit sungið í heimi,
prís latið ljóðað í hvørji tjóð og ætt,
til hvørt stað á fold tínum navni lovsong ber.
Prísandi tú okkum ger!

5. Mátti ríki títt skjótt birtst her í heimi,
tín vilji framdur í hvørji tjóð og ætt,
til hvørt stað á fold sær, at Jesus Harri er.
Komi ríki títt á jørð!