Meðan alt so vakurt blómar

Orð: Carl Boberg
Lag: Eyðun Jacobsen
Týtt: Øssur Berghamar

1. Meðan alt so vakurt blómar,
meðan várið valdið ber,
stendur vinur tín og bankar,
útistongdur hann tó er.

Niðurlag: Opna hjartað, áðrenn heystið
sópar allar blómur burt,
skunda tær, nú sólin skínur,
brátt er følnað vársins urt.

2. Enn sum fyrr hann tolin bankar
biðjandi við tína lið,
vilt tú ei títt hjarta opna,
taka nú hitt stóra stig?

3. Um tú støðugt tó vilt drála,
til hann syrgin fara má,
í tí ævigt myrka heysti
tú fortaptan teg skalt sjá.

4. Lat hann ei til einkis banka,
drála ei í hesi stund,
nú, ið náðin er at fáa,
svara ja av hjartans grund!

FavoriteLoadingGoym tekstin