Meðan breyðið her vit bróta

Orð: Miss Carter
Lag: James Langran
Týtt: Victor Danielsen

1. Meðan breyðið her vit bróta,
lat várt eyga upp at sjá
blóðið títt á trænum flóta
og tað spott, ið tú bart tá!
Harri, áh, at alt tú toldi!
Vit nú minnast á títt stríð,
alt tað, sum vár synd tær voldi,
nú vit savnast navn títt í.

2. Síðsta møti títt við tínum,
tíni spor um Kedrons á,
alt tað mál av kvøl og pínum,
sum á tínum hjarta lá,
tíni neyðarróp á krossi,
har tú hekst til spott og spæ,
minnast vit á hesum plássi
við tilbiðjan henda dag.

FavoriteLoadingGoym tekstin