Meðan bumburnar regna

Orð og lag: Björn Afzelius
Týtt: Steintór Rasmussen

Hey svikjarar og syndarar
Sum standa við sítt orð
Mistøk hoyra við til lívsins kor
Eg banki tykkum upp í nátt
Til tykkum fari eg
Eg loyvi mær at siga tað, eg vil
Við veikleikum og feilum
Er sannleikin mítt mál
Og undanførslur føra ongan veg
So tá bumburnar regna
À børn í Libanon
Í tjaldlegum, har meiningsloysi er
Tá standi eg í kirkjuni og spyrji hyklarar
Sig mær hvør skal ofrast næstu ferð

So tosa vit om skøkjurnar
Nei, har er ongin bøn
Fyri arbeiði tær taka jú bert løn
Og hvat við moralistunum
Hvat lív er størri lygn
Hvar liggja teir og hvar er teirra tign
Hvør peikar eftir hvørjum
Hvør skomm meira góð
Enn tann evjan, tá tú best í henni stóð
Sum tann fína milliónerfrú
Ein sjuss og fótabað
Som tráar eftir marglæti hvønn dag
Men um glóðin nú er slóknað
Og náttin kennist long
Hvør skøkjast tá og mettar sína trongd

Og hygg at journalistunum
Tá sannleikin ger ilt
Teir mongu hava møguleikan spilt
Og drukna vit í søgunum
Bert sakleyst undirhald
Hvat við ágangi, misbrúki og vald
Tað er sum teirra stevna
Er arbeiði, pensión
Og okkurt innboðið morgunmatarborð
Meðan onnur bróta ryggin
Og kúganin er sjónsk
Eru bebbarædd og mæla sjáldan orð
Til tykkum vil eg siga
Áðrenn sólin kagar fram
Vit tørva fólk at siga sannleikan

Hvar eru gomlu vinirnir
Poleraði og pen
Var politikkur bert eitt tíðarfenomen
Ja, kanska er tað móti nú
At taka smærri fet
Og tosa mjúkt om objektivitet
Hvat skal ein slitin lossari
Er lívsgóðska bert orð
Hjá einligum, ið kenna lívsins kor
Politikkur tað er annað
Enn bert at fylgja við
Ein lívstreyt fyri mong neyðturvilig
Í sjálvgóðsku tey flóta
Har grynnir ein og hvør
Sum á næstan skítur og á hesa jørð

So komið tit, som stríðast
Á bygdum og í bý
Á egnum kroppi merkja dagligt strið
Og tit, sum skola tvøgurnar
Teir, sum leita út á hav
Sum eru tey, ið landið livir av
Og tit, sum ganga kravgongu
Fyri avvápna og frið
Fyri umhvørvi, hjálpsemi og grið
Tit, sum hava orku
Og stríðast fyri teim
Tað ættarlið, ið arvar hendan heim
Til tykkum vil eg siga
Enn eru hetjur til
Eg tykkum henda sangin ogna vil

FavoriteLoadingGoym tekstin