Meðan hann bíðar

Martin Joensen
Orð og lag: Martin Joensen

Meðan hann bíðar á sandinum
føðist ein máni og løtan er bleik.
Skipini syvja á vágni og droyma
um Grønland og Svalbard og fisk.
Klokkan er fjúrtan minuttir í tólv,
– nær man hon fara at koma?
Tekur ein stein upp og blakar á sjógv,
– hví man hon vera so sein?

Tøgnin bert brotin av goyggjandi hundum
og bilum, ið murra framvið.
Á eini flaggstong ein sovandi likka
og smábørnini fara inn.
Himinin rodnar og sundið er gylt,
– nær man hon fara at koma?
Ringt er at bíða, tó lotið er milt,
– hví man hon vera so sein?

Heim eftir gøtuni hómast ein skuggi,
– hann kennir og tendrar eitt smíl.
Fara so niðan í dansin,
harmonikan spælir ein sorgblíðan vals.
Heima á Heygum fer fólkið í song,
– aftur ein dagur í morgin.
Kettan í kurvini droymir um fong,
– úti er náttin á veg.

FavoriteLoadingGoym tekstin