Meðan saman her vit sita

Orð: Petur William Háberg
Lag: James Langran

1. Meðan saman her vit sita
glað og fró í veitslulag
við teim hjúnum, sum nú halda
her sín stóra merkisdag,
er tað vert at hyggja aftur
á ta tíð, sum farin er,
takksom móti lívsins Harra,
hann, sum verður, var og er.

2. Ísrael væl mátti fjakka
ár um ár í oyðimørk,
men tey høvdu altíð hjá sær
halgidómin, Harrans ørk.
Klæði teirra slitust ikki,
skógvar vórðu ei á hol,
yvir teim var Harrans náði,
kærleiki og ríka tol!

3. Øll tey frelstu hava sannað,
hvussu stór Guds náði er,
hann læt upp tey stongdu portur,
uppihelt so manga ferð.
Og tey hús, sum ærað hava
Harrans navn í trúgv og bøn,
eins og teirra, vit nú fagna,
missa ikki sína løn.

4. Tey eitt „Ebenezer“ kunnu
reisa nú á hesum stað,
og vit ynskja, Harrans signing
teim skal fylgja dag um dag,
teirra heimi, teirra virki,
teirra gerðum, teirra ferð,
og so eina ríka inngongd,
tá ið tíðin liðin er!

FavoriteLoadingGoym tekstin