Meðan saman her vit njóta

Orð: Edward Denny
Lag: James Langran
Týtt: Victor Danielsen

1. Meðan saman her vit njóta
hetta vín og hetta breyð,
síggja vit títt blóð at flóta,
síggja krossins kvøl og neyð;
eyguni vit aftur lata
fyri hesi tómu verð,
síggja tár títt andlit væta,
síggja byrðina, tú ber.

2. Særda likam títt vit síggja,
hoyra tína angistrødd,
síggja vinirnar at flýggja,
síggja teg at boyggja høvd;
greitt lat okkum alt tað skoða,
hvussu dýr vár frelsa var,
at tilbiðjan nú vit muga
her av hjarta bera tær!

FavoriteLoadingGoym tekstin