Mediokrati

Orð: Steintór Rasmussen
Lag: Eyðun Nolsøe

Tíðin stendur í stað
og vit náa nokk tað,
sum vit gjørdu í gjár.
Best at sita við frið,
bara flóta framvið,
fylgja streyminum, har leiðin ber.
Og um øll hella á sama bógv,
so fær ongin ov nógv
og vit kunnu vera líkaglað.
Mediokrati.

Og vit hava tað gott,
hóast lívið er grátt
og tað krýpur framvið.
Lat tað standa í stað,
sama dag eftir dag,
so vit sleppa undan broytingum.
Tí um alt verður júst sum tað er,
her í okkara verð,
ja, so skulu vit binda frið.
Mediokrati.

Og vit óttast alt nýtt,
standa stóroygd og býtt,
um tú brýtur frá.
Ongin má skifta lit,
verða betur enn vit,
ella ganga sína egnu leið.
Og um alt gongur dekan ov skjótt,
er tað syndugt og ljótt,
-bara tí vit ikki skilja tað.
Mediokrati.

FavoriteLoadingGoym tekstin