Meg Frelsarin tók í Sín favn

Orð og lag: Ókendur
Týtt: Hans M. Miklagarð

1. Meg Frelsarin tók í Sín favn, barnið mítt,
og leiddi meg fram Sína leið.
:,:Nú út tú skalt fara, – eg veit tað so væl,
Hann leiðir, Hann svíkur teg ei!:,:

2. Kom, boyggj vári knø fyri Honum, mítt barn,
Hann kennir so væl skilnartár!
:,:Og um tað nú her verður seinastu ferð,
vit møtast um ikki mong ár!:,:

3. Væl kundi eg gleði tær ynskt, barnið mítt,
og givið tær gávur av gull;
:,:men tak hesa Bíbil, øll somul hon er
av náði og kærleika full.:,:

4. Um Frelsuna ber Hon tær boð, barnið mítt,
um Hann, sum gav fullkomnan frið;
:,:um Hann, sum tók dómin og straffina bar,
Hann fylgjast vil við tína lið.:,:

5. Hygg inn í mítt andlit, tað elt er, mítt barn,
nú følnaða blóman skjótt doyr!
:,:Mangt vakrari andlit tú víst síggja fært,
men ongan sum elskar teg meir!:,:

6. Skjótt grasið á grøv míni veksur, mítt barn;
mín armur ei meir styðjar tín!
:,:Men ei Harrans høgri kann vikast eitt stig,
Hann førir teg trygt heim til Sín.:,: