Meg kalla halgu heimlands hæddir

Orð og lag: Dottie Rambo
Týtt: Flóvin Tyril
Upprunaheiti: The holy hills of heaven call me

1. Meg kalla halgu heimlands hæddir
til fagran bústað handan hav,
mær bíða kær, og krúnur latast,
har skyggir dýrd, sum heilt ber av.

Niðurlag: Mítt likams tjald er sum í fongsli,
sál mín enn býr hylkinum í,
men tess leirdyr brátt skulu bresta úr stongsli,
tá ið einglar loysa mína sál.
Eg flúgvi heim sum á arnarveingjum,
dýrdin veittrar mær, skjótt ber tað á mál.

2. Mong kær eg hómi hinumegin,
øll sorg er burt, hvørt tár, ið rann.
At síggja Krist gerst størsta gleðin,
tann dýrdarsjón ei lýsast kann.

FavoriteLoadingGoym tekstin