Meg leiða Harrans hendur

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Erling Tobiasen
Týtt: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Týddur í 1971.

Meg leiða Harrans hendur,
tær dýrar eru mær;
hvør víkur ella vendir,
tó treystar eru tær.
Langt áður enn eg dugdi
at nøkrum skyna á,
tær varliga meg studdu,
um rás var hál og mjá.

Meg leiddu Harrans hendur
ta bjørtu barnatíð,
tær vermdu meg, eg kendi,
eg var teim tryggur í.
Um mangan eg var móður,
tær megi veittu mær;
tær hildu fast um róður,
hvar enn meg leiðin bar.

Eg elski hesar hendur
tó alramest í verð,
tí sjónskt í teimum stendur,
at synd mín strikað er.
Nú hesar hendur leiða
meg fram á lívsins veg,
um mangt kann fótin meiða,
tó tryggur eri eg.

Mær hjálpi Harrans hendur,
mær fevni náðin tín,
tá lívið frá mær vendir,
o, Jesus, ver tú mín!
Tá deyðans ódnir leika,
tú taki meg í favn;
miskunna barni veika
og leið tað trygt í havn!

FavoriteLoadingGoym tekstin