Mei

Orð: Tummas Napoleon Djurhuus
Lag: Johann Abraham Peter Schulz

1. Áh, tú undurfagri mai!
Eggfult tjaldursreiður
í tí fagra mai er,
smálomb tita títt um teig,
ternukri um hólmaleið
í tí undurfagra mai.

2. Heimurin eitt undur er.
Sólin flógv og heit er,
gular sóljuveitir –
angin millum húsa fer,
boð um sól og summar ber.
Heimurin eitt undur er.

3. Morgunin eitt litaspæl!
Sól í hyljum titrar,
døgg í grasi glitrar,
támið drívur gjøgnum dal,
luftin andar morgunsval
– morgunin eitt litaspæl!

4. Fegnast fólk og fegnast fæ,
ljósið vent er aftur,
sól um sinnið lættir,
grønkast aftur lívsins træ,
sólgull yvir bygdarlag
– fegnast fólk og fegnast fæ.

FavoriteLoadingGoym tekstin