Meidansur

Orð: Tummas Napoleon Djurhuus
Lag: Johann Abraham Peter Schulz

1. Ungmoy í mai so kvøður:
Luftin blá er og føgur,
sólskin um alla leið,
baldursbráir og dáar,
liljur fínar og smáar
– nú, ið komin er alfagri mai.

2. Komið, dansið og syngið,
dansið við mær í ringi,
stígið ein feginsdans,
dansið við mær á vári,
dansið við sól í hári
– setið saman av maiblómum krans.

3. Nú er stundin at finnast,
nú er stundin at ynnast,
nú er sólmildur mai;
gævi sveinin eg finni,
sum mær fylgja skal lívslanga leið.

FavoriteLoadingGoym tekstin