Meir stolt eitt hjarta aldri sló

William HoneJógvan við KelduVictor Danielsen
Orð: William Hone
Lag 1: Jógvan við Keldu
Lag 2: Victor Danielsen
Týtt úr enskum: Victor Danielsen

1. Meir stolt eitt hjarta aldri sló
enn mítt, men boygt tað varð;
mín villi vilji svørðið dró
mót tær og tínum; ein dag tó
hann vunnin varð av tær!

2. Tín vilji valdi nú, ei mín!
Mítt hjarta veri títt
og játti teg sum Harra sín!
Mín Frelsari, við krossin tín
eg leggi meg og mítt!

FavoriteLoadingGoym tekstin