Meiri um Jesus sig mær frá

Victor Danielsen
Orð: Eliza E. Hewitt
Lag: John R. Sweney
Týtt: Victor Danielsen

1. Meiri um Jesus sig mær frá,
meir av hans náði lat meg sjá,
meir um hans fylling, lív og kraft,
meir um tað stríð, hann hevur havt!

Niðurlag: Meir, meiri um Jesus,
meir, meiri um Jesus,
meiri um hann, meg elskaði,
meir um hans deyða fyri meg!

2. Meiri um hann eg læra má,
meiri hans halga vilja sjá;
Harri, lat Andan læra meg,
vísa mær meiri teg, bert teg!

3. Meiri um hann í orðinum,
meiri um hann á krossinum,
áh, at hvør regla tala kann,
meiri um Jesus – meir um hann!

4. Meir um hans ríki og hans mátt,
meiri um hann á hvønn ein hátt,
meiri um hann, sum valdar har,
meir um hans komu eftir mær!

FavoriteLoadingGoym tekstin