Meistari, loysnari, heimsins Frelsari

Arvid Hansen
Orð og lag: Dottie Rambo
Týtt: Arvid Hansen
Upprunaheiti: I call Him Lord

1. Meistari, loysnari, heimsins Frelsari,
undurfullur, ráðgevi, morgunstjørna klár,
dalsins hvíta lilja, vinur, hjálpari,
hann í gjár, í dag, eins og í morgin
upphav als og endi er.

Niðurlag: Einglar nevndu hann Jesus,
og av moyggj varð hann føddur,
av Mariu nevndur Jesus,
men eg nevni hann drott.

2. Jehova, Messias, mikil kongur, Gud,
hann er lívsins breyð, hitt lívsins orð,
hitt ljós, ið birtist mær,
eitt ljós í myrkri,
dyr til Himmals,
mítt býli handan ský.
Hann er keldan við lívsins vatni,
sum aldri tornar upp.

FavoriteLoadingGoym tekstin