Meldisangur

Lag: Mikkjal í Søldarfirði

Eg ein sang nú syngja má
sum eg her skal siga frá
tí at makkarin er ringur til at passa
fær hann ikki ess og kong
verður opningin so trong
at hann dregur ikki boð úr meldikassa.

Seytjan hevði eg poeng
so tað gekk ei løta long
til at opna hetta spæl við einum sangi
síðan hendi bara tað
trinni passmeld øll á rað
gjørdi at eg ikki gloymdi spælið leingi.

Ja, teir góvu okkum krút
tóku fýra stikk í rút
síðan kleyvar ess, kong, frúgv, ja denkanfari
nú fór sangurin í sor
meðan eitt hvørt annað borð
meldar game og vinnur 10 stikk í spari.

Nakkalangur heim til hús
verðin hon fór øll í grús
fór í song, men eygu fekk eg ikki lukkað
las í bók um meldiblað
meðan náttin stóð í stað
onki stuttligt tá tú sjálvur blívur rukka.

FavoriteLoadingGoym tekstin