Men í nátt

Rani Nolsøe
Orð og lag: Rani Nolsøe

Í eygunum
litti ein longsil tíni brá
tey møttu mær
og róku burturfrá

Í hondunum
kendust enn tíni fingrafar
ið kýndu meg
tá eg helt eg fekk eitt svar

Um láturin
ið fjaldi tína trá
men sum tagnaði
tá ljósið lak í náttini
tær løturnar tú vart hjá mær

Men í dag
í regninum á vøllinum
róku vit
avstað í leikinum

Og í nátt
tá tagnað eru rópini
veit eg at
tú gerst stjørna mín

At rekandi
úr náttarmyrkri orðini
sum aldri skriva bløð
rekandi
úr einslittu kvirruni
litirnir sum varliga fløða fram

Og hurðarnar
í tíni løgnu hjartadýbd
varliga lætast upp
og hitin
ið streymar út ímóti mær
rennur svalur eftir rygginum

FavoriteLoadingGoym tekstin