Menn teg, blíða vónaralda

Orð: Bjarne Jes Hansen
Lag: Gleði, gudagáva bjarta (Freude, schöner Götterfunken)
Leysliga týddur úr donskum: Turið Sigurðardóttir
Upprunaheiti: Håb for alle gode kræfter.
Viðmerking: Til føroysku kvinnufylkingina í Keypmannahavn í 80-árunum.

1. Menn teg, blíða vónaralda,
vón hjá hvørji tjóð á jørð.
Kríggið heita, kríggið kalda
kódni, meðan vónin grør.

Niðurlag: Sterk vit eru øll í bólki,
fólkasløg um jarðarsóð.
Frið á jørð, alt vald til fólkið,
vónarglóð hjá hvørji tjóð.

2. Yvirganginum vit havna,
harðræðið skal boyggja seg.
Fólkið krevur rætt og javnað,
fólkið – tað er tú og eg.

FavoriteLoadingGoym tekstin