Menniskjans leið yvir øldir og økt

Orð og lag: Kajfinn Hammer
Viðmerking: Yrktur í 1993.

1. Menniskjans leið yvir øldir og økt
víst hevur hvat ið hon her hevur søkt;
menniskjan, dýrdmesti skapningur Guðs,
helt sína leið burt frá kærleika Guðs.

Niðurlag: Sig, hvat verður úrslitið, hvør sleppur inn,
inn til Guðs hvílu, inn í Himmalin?
Verður tú við, kæra sál, sig mær tað?
skal eg teg síggja har heima ein dag?

2. Livir tú lívið í synd uttan Guð,
í frelsuni ikki tú ynskir tær lut;
søkir títt egna og gert sum tú vilt?
– Guðs kall og Guðs náði tú burt hevur spilt!

3. Heimurin tók teg við húð og við hár,
flýggjar frá Guði burt ár eftir ár.
Sig, hvør verður endin, tá lívið er av,
skal sál tín tá søkka í glatanarhav?

4. Rørir tað aldri títt sinn og títt lag,
at fyri teg Jesus doyði ein dag?
Á, drála ei longur, tí tíðin hon fer,
dagurin nærkast, tá Jesus er her!