Menniskjum bórust boð so góð

Orð: Ismar Joensen
Lag: Christoph Ernst Friedrich Weyse

1. Menniskjum bórust boð so góð
av einglamunni til jarðar,
og hátt bóru Gudi fagnaðarljóð
óteljandi himlanna skarar.
„Frelsari føddur tykkum er,
í Dávids bygd tit hann finna.“
Tey boð bórust hirðum einaferð,
um tey er enn vert at minna.

2. „Lovaður Gud á hæddini,“
so sungu teir einglar í flokki,
„og friðurin valdi foldini,
í menniskjum góður tokki.“
Henda var heilsanin Himli frá
og ynskið, einglarnir bóru,
sum gjørdi, at hirðarnir allir tá
at finna Frelsaran fóru.

3. Funnu teir hann á krubbustrá
og tilbóðu hann av hjarta,
tí hirðum í barmi birtist tá
hitt himmalska ljósið bjarta.
Lovandi Gudi hildu teir
avstað tá, fullir av gleði.
Ta gleði vil Gud, at fleir og fleir
her finna á sínum vegi.

4. Um tú vilt ganga Andans leið,
sum forðum hirðarnir gingu,
so skal tær hin gleði svitast ei,
sum hesir seyðamenn fingu.
Jesus er enn at finna hjá
tí sál, sum til hann vil leita.
Hann stilla vil hjartans trongd og trá
við Anda síns samfundi heita.

FavoriteLoadingGoym tekstin