Miðlarnir mala

Uni Arge
Orð og lag: Uni Arge

Miðlarnir mala runt og runt
teir mala runt um seg sjálvar
teir mala runt um teg og meg
og mala allir sama veg
alt at vita um alt og øll
vit fáa alt at vita allatíð
alt er ein meldur ein meldurtíð
sum vit nú liva í
ongantíð frí bara klandur og stríð
og nú er snúður í

Miðlarnir murra meir og meir
teir murra um dagin og kvøldið
teir hurra um alt sum er her og har
tú allatíðina meira fær
høvdið tað fyllist til alt er fult
men hvat hjálpir tað
alt er ein meldur ein meldurtíð
sum vit nú liva í
ongantíð frí bara klandur og stríð
eldur í okkara tíð

Men tá eg skrúvi niður
tá hoyri eg hvat ið eg hugsi
tá reikar mítt hugflog
og eg skilji væl
at eg kann sløkkja
um eg tendra skal

Miðlarnir trútta um stórt og smátt
teir gita um teir ikki vita
alt hevur týdning hvørt einasta ár
men vit minnast aldrin hvat hendi í gjár
hvat skalt tú meina um alt tað
sum miðlarnir altíð mæla
so nógvar keldur ein keldutíð
sum tosa men tosa um hvat
tá ið so tøgn er og friður í nánd
so hoyrist ein aftrat

Men tá eg skrúvi niður
tá hoyri eg hvat ið eg hugsi
tá reikar mítt hugflog
og eg skilji væl
at eg kann sløkkja
um eg tendra skal

Miðlarnir mala
miðlarnir mala
miðlarnir mæla

FavoriteLoadingGoym tekstin