Miðvágur

Orð: Torfinn Jacobsen
Lag: Fagra blóma, tú sum prýðir
Viðmerking: Yrktur í 1988.

1. Miðvágur, mín heimbygd kæra,
fagrast ert tú her á jørð,
bard av vetrarstormi harða,
og tá sólin gyllir fjørð.
Um eg burtur frá tær vendi
út í stóru, víðu verð,
longsil mær í barmi brendi,
tú í mínum huga er.

2. Stolt úr kavi tey her stíga,
Presttangi og Middagsfjall,
Rituberg og Trælanípa,
havið teim til kníggja fall.
Kálvalíð – tú fyrndarstaður
lítur yvir Miðvágs bygd,
og á sandi friður ræður,
fuglar mangir hvíla trygt.

3. Her í vestri føgur skínur
bygdin hon, eg kalli mín,
millum aðrar bygdir trínur
fram um allar, fríð og fín.
Miðvágur, tú verndarklettur
summar, vetur, vár og heyst,
mín er hvør hin minsti blettur,
her mær altíð dámar best.

FavoriteLoadingGoym tekstin