Mikli Drottur, gev mær megi

Orð: H.M. Jacobsen

1. Mikli Drottur, gev mær megi,
so at eg á hvørjum degi
strevi nærri meg at tær,
so at eg, sum stundir líða,
tolin fram á mál man stríða
við tí hjálp, tú veitir mær.

2. Um enn tungur gerst mín róður,
og um skjótt eg verði móður,
hjálp tú mær at halda á;
lat tú meg av sonnum kenna,
veikan mann tú væl vilt menna,
so hann ikki lúgvast má.

3. Tá ið vónbrotin eg eri,
tí ei eydnast tað, eg geri,
og eg falla vil í fátt,
lat meg altíð á tað minnast:
Verkið skal av tær útinnast,
og tú eigur allan mátt.

FavoriteLoadingGoym tekstin