Mildi Jesus, tú sum segði

Orð: F.M. Franzén / Nordahl Rolfsen
Lag 1: J.J. Rosseau
Lag 2: B. Cramer
Týtt: Heri Tróndheim

1. Mildi Jesus, tú sum segði:
«Lat tey smáu koma her!»
Hendurnar tú á tey legði,
enn vælsignar teirra ferð,
sjálvur vart í Harrans tempul,
borin móðurarmi á.
Lær meg tær at fylgja eftir,
ganga tíni gøtu á!

2. Tú til dópin lætst meg bera,
meðan eg so lítil var.
Einki kann mær skaða gera,
tekur tú í hond á mær.
Hjálp, at tíðliga eg kann læra
her at lýða tíni orð,
so eg kann við mínum kæru
boyggja knø við altarborð!

3. Tá eg út í heimin fari,
aldri eina gangi eg.
Ver tú hjá mær, Harri kæri,
leið meg á tí rætta veg.
Lat mítt lív til gleði vera
fyri faðir, móður við,
so vit saman kunnu bera
lov og tøkk við tína lið!

FavoriteLoadingGoym tekstin