Millum boðar og íður eg strandaður var

Orð og lag: J.E. French
Týtt: Victor Danielsen

1. Millum boðar og íður eg strandaður var
á tí villu, tí ókendu strond,
men tá vónleyst og myrkt alt sá út fyri mær,
mín Frelsari rætti mær hond.

Niðurlag:
Ja, Jesus, hann rætti mær hond;
ja, Jesus, hann rætti mær hond;
á Golgata træ
hann hekk í mín stað,
ja, Jesus, hann rætti mær hond!

2. Villar bylgjurnar brutu um bátin hjá mær,
eingin hjálp var frá landi at sjá;
men tá vandin var mestur, var Jesus mær nær
og rætti mær hondina tá.

3. Tá ið báturin brotin í briminum lá,
eingin glotti í myrkrinum var,
bert at líta á navn sítt hann lærdi meg tá,
og hondina rætti hann mær.

4. Og um synd tín sum boðabrot reisist kring teg,
og bert undirgang eyga títt sær,
minst, at ein fyri synd tína ofraði seg,
hann rættir út hond móti tær!

5. Og nú syngi eg, meðan eg ferðist avstað,
um tann kærleik, sum loysir øll bond,
og eg sigi ta søgu, sum hjørtu ger glað,
um Jesus, sum rætti mær hond.

FavoriteLoadingGoym tekstin