Millum myrkur, stormar, sorgir

Orð: Gerhard Tersteegen
Lag: Philip P. Bliss, Clara H. Fiske Scott
Týtt: Jákup Olsen

1. Millum myrkur, stormar, sorgir
lýsir vón so sæl:
Eftir mær hin ljósa morgun
Harrin koma skal;
í tí ljósu dýrd og sælu –
faðirhúsi har –
vakjandi og longsilsfullur
bíðar Harrin mær.

2. Leingi hond hans leitt meg hevur
oyðimørkum á;
nú er gyltu torn og borgir –
staður Guds – at sjá.
Í tí sælu dýrd har uppi
tolin bíðar hann,
í hans hond eitt navn er grivið,
hann ei gloyma kann.

3. Har ímillum einglasongir
í tí ljósa stað
hoyrist ljóð av fótafetum
nærkast dag um dag,
koma gjøgnum oyðimarkir
faðirhúsi nær –
brúðrin, Faðirin gav honum,
enn hon vantar har.

4. Hvør er hann, sum kemur mót mær
oydnum vegi á,
eins og morgunstjørnan bjarta
degi boðar frá?
Tað er hann, sum kom og vann meg,
skemdardeyða fann;
eg hann skoða skal har uppi –
ei umskiftist hann.

5. Áh, hvør søtt tað møti verður
og hans heilsa sæl!
Allur tungur, trongur vegur
gloymdur verða skal;
hann og eg tá saman standa
gyltu gøtum á,
hann og eg, vit saman njóta
kærleik Harrans tá.

6. Har sum einki ilt kann koma,
eg skal Jesus sjá,
í tí reina heilagleika
verða honum hjá;
honum líkur eg skal verða,
sigur orðið mær,
har Guds fría, ríka náði
prís og heiður fær.

7. Hann, sum eina leið og doyði,
her á krossi hekk,
eg, sum mangan einsligar og
tungar leiðir gekk –
sama gleði bróst várt fyllir,
tá vit møtast har,
gleðast yvir har at vera
tá hvør øðrum nær.

FavoriteLoadingGoym tekstin