Millumfingur rap

orð og lag: Swangah Dangah

Vers 1.

Ragnar: Tað sær út, sum fólk ikki fáa nokk av hesum fingrinum,
so eg gevi tykkum eitt fist-fuck, sum, vist nokk, minnir um
Tyson i ringinum. Men hetta er Ragnar-rok í live myndum.
Flowar sum Noah ímóti tí harða vindinum.
Illur um, at fólk vurdera tað, vit gera, er bara fyri at provokera.
Fokusera uppá lort, tað er tað sum er ímillum oyrini.
Tú lurtar eftir hvørjum orði, men eg veit, at tú ikki hoyrir meg.
So koyri meg for frá, og føl meg, sum tingini frá Loyndini.
Poetiskt top 3, men tit gloymdu meg.
Aldrin vil eg bakka út,
mítt orð er morð, og eg vil snakka nú –

Niðurlag

Vælkomin til veruleikan! Hvat sker her heima?
Tit fokkin provokera, for heita!
(Koyr hann upp!) Øll verðin einast, hvør her skal steinast?
Ein fingur definerar tað heila
(Koyr tín millumfingur upp x3, koyr hann upp x2) x2

Vers 2.

Steen: Kom kritisera millumfingurin, tað er fokkin uppá tíðina.
Men minst til hann kemur og svingar við hinum fýra
Tit rýma tá vit ríma, spýta (føj!) til síðuna.
Smíla til pínuna, (pínadoyð), tað fína!
So tað tú nú fært, er eitt dekorerað útvarp.
Krúthart kastar alt vekk, alt er útvalt. (Psykotiskt!)
Æðrar bresta í mínum skalla.
Konfliktir, so illir, villir tankar vakna.
So akta oyrini undir kummuni, eg hoyri lort!
(Ragnar: So óansvarligur, farligur, einki koyrikort!)
Men fokk alt, nokk sagt! Og eina øl eg opni,
eg lúgvi ikki um, at eg tendri uppá feitar, sum Tobbi
á toppi – við Sosialinum, Portalinum og radionum,
sum stýra planunum í hesum landinum.
Men alt er líka mikið, um fólkið bara trívast kann!
(Cren: Nei, fokk tað! Tín fingur sigur alt!) So lat meg vísa hann.

Niðurlag

Steen: So ikki brúka mína tíð uppá alt títt fokkin stríð.
Accepteri eg havi frí, (ella komi eg forbí).
Ein fingur til tín og alt títt kompaní, so viska nú títt smíl, (ella komi eg forbí).
Hetta er ikki index-fingur rapp, hetta er ein millumfingur upp til alt, (tí teir frá Svanga lata bollarnar hanga.)
Hetta er ikki index-fingur rapp, hetta er ein millumfingur upp til alt, (so lortið fær ein enda, so skjótt sum vit lenda.)

Niðurlag

FavoriteLoadingGoym tekstin