Milt eg hoyri Jesus kalla

Orð: Ernest W. Blandy og Zacharias Zachariassen (4. ørindi)
Lag: John S. Norris
Týtt: Zacharias Zachariassen
Upprunaheiti: Where He leads me

1. Milt eg hoyri Jesus kalla,
:,: milt eg hoyri Jesus kalla: :,:
Tak tú kross tín upp og fylg so mær.

Niðurlag: Har tú leiðir, vil eg fylgja,
:,: har tú leiðir, vil eg fylgja, :,:
allan vegin vil eg fylgja tær.

2. Fert tú gjøgnum táradalin,
:,: fert tú gjøgnum táradalin, :,:
allan vegin vil eg fylgja tær.

3. Tú mær gevur kraft og náði,
:,: tú mær gevur kraft og náði :,:
tær at fylgja allan vegin heim.

4. Har tú leiðir, vil eg fylgja,
skínur sól og brýtur bylgja.
Har tú leiðir, vil eg fylgja,
allan vegin vil eg fylgja tær.

FavoriteLoadingGoym tekstin