Milt, sum ein eingil, ið talar

Orð: Alice Hawthorne
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Milt, sum ein eingil, ið talar
troystarrík orð blíð og sæl,
ljóðar ein rødd til mítt hjarta:
“Lurta, og alt verður væl,
vænta, at myrkrið skjótt hvørvur,
stormurin hæsar skjótt av!
Vænta ein sóldag í morgin!
Hvíl í teim lyftum, Guð gav!”

Niðurlag: Signaða vón, sum mín sál fekk í lut,
fríar mítt hjarta í trúnni á Guð!

2. Og tá tín sál kennir trega,
alt tykist vónleyst og svart,
náttmyrkrið sígur um lív títt
og ongan útveg tú sært,
tá hoyrist hin vónríka røddin:
“Lurta, og lat upp títt sinn,
tú fært ein sóldag í morgin,
lovar tú Jesusi inn!

3. Tær verður boðin ein framtíð,
brotin er myrkursins makt;
sigrandi Jesus gekk vegin,
alt Honum er undirlagt!”
“Kom” – ljóðar kallandi røddin,
“balsam er fyri títt sinn!
Tú fært ein sóldag í morgin,
lovar tú Jesusi inn!”