Mín andi av syndini byrðaður var

Orð: Jacob Wakefield MacGill
Lag: Jens Guttesen
Týtt: Victor Danielsen

1. Mín andi av syndini byrðaður var,
og hon nívdi meg sárt manga ferð;
men Jesus sín frelsandi arm rætti út –
er tað løgið, hann kærur mær er!

Niðurlag:
Mín Frelsari kærur mær er,
mín Frelsari kærur mær er;
og, mín Harri, sum eg
meir og meir kenni teg,
tú dýrari fyri mær er!

2. Hann gav mær tann frið, sum eg ei átti fyrr
og sum ei fæst í heiminum her;
tí hann er vár friður – áh, lívsæla orð! –
Er tað løgið, hann kærur mær er!

3. Hann verjir og signar og leiðir meg fram,
og hann á sínum herðum meg ber;
og tryggur eg eri, hann varðar sín seyð –
er tað løgið, hann kærur mær er!

4. Áh, syndari, vilt tú ei kenna hann við?
Kom trúgv nú og bjargaður ver!
Og aldri tú aftur skalt suffa um frið,
tí Jesus tín friður tá er.

FavoriteLoadingGoym tekstin