Mín bátur er lítil, títt hav er so stórt

Orð: Edm. í Garði

1. Mín bátur er lítil, títt hav er so stórt.
Hoyr, Harri, eg rópi til tín!
Tá bárurnar bróta, og náttin er svørt,
o, lít tú í náði til mín!

2. Eg veit væl, at eina tín frelsarahond
kann føra um havið mítt far,
til vitarnir lýsa á kendari strond,
og havnina eyga mítt sær.

3. Ja, fylg okkum, Harri, um hav og um fjørð
og signa várt dagliga strev,
so prýði várt yrki ber fosturlandsjørð,
ta eydnuna tú okkum gev!

4. Mín bátur er lítil, títt hav er so stórt,
men, Harri vár, tú ert várt ljós!
Tín stjørna oss lýsir, um náttin er svørt,
tí sigla vit tryggastu kós.

FavoriteLoadingGoym tekstin