Mín Frelsari á krossi

Orð: J.E. Curtis
Lag: Haldor Lillenas
Týtt: Árni Jacobsen
Upprunaheiti: He sent my sins a-rolling

1. Mín Frelsari á krossi
leið deyðan fyri meg,
og syndir mínar tók hann,
tí fríur eri eg!

Niðurlag: Mín synd øll stoytt varð oman,
varð oman, varð oman,
mín synd øll stoytt varð oman
í djúpa, djúpa hav.
Eg nú til æru syngi
og prísi hans navni.
Mín synd øll stoytt varð oman,
tá Jesus lívið gav.

2. Mín synd øll stoytt varð oman,
tá eg á knæ í bøn
av deyðanum varð merktur
– eg lívið fekk í løn.

3. Mín synd er fyrigivin,
sum mær á herðum lá,
hann stoytti henni oman
hin dag á Golgata.

FavoriteLoadingGoym tekstin