Mín Frelsari so dýrur kom frá Himli

Orð: Harry Dixon Loes
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Mín Frelsari so dýrur kom frá Himli
og gav Sítt dýra blóð á Golgata;
so svárt Hann leið, men vann mær lív og frelsu,
ja, fyri meg og teg Hann lívið gav!

Niðurlag: Á, sig mær meir um Jesus og um Himmalin,
sig mær meir um Jesu kærleika!
Hann, sum skjótt skal koma til at heinta
ta Brúður, sum er klædd í reinleika.

2. Í forbøn gongur Hann til Harrans Trúnu
og biður fyri tær, sum trýr á Hann.
Eg hvíli trygt í Jesu sterku ørmum,
í vón eg syngi um tað, Hann mær vann.

3. Við longsli líti eg fram til Hans komu,
bert Hann kann geva frið, sum varar við.
Alt skaparverkið stundar á Hans komu,
alt Honum, Kongi konga, hoyrir til.