Mín frelsari livir, o sælasta troyst

Carl Olof RoseniusPetur Jacob Sigvardsen
Orð: Carl Olof Rosenius
Týtt: Petur Jacob Sigvardsen
Týddur 29. desember 1960.

Mín frelsari livir, o sælasta troyst:
ei grøvin meg ævigt skal goyma!
Brátt boðini ljóða: ”Tú ætt, ið ert loyst,
kom, hvíl teg í friði har heima!”
Nú deyði og synd hava fingið sín dóm,
tí hann er upprisin, og grøvin er tóm.
Hann livir, og vit skulu liva!

Mín frelsari livir, eg tryggur kann gá;
hann fylgir í neyð mær og vanda.
Eg óttist ei stormin, bert Harrin er hjá,
ei fígginda fjøld meg kann granda.
Ja, Harrin er vón mín í lívi og deyð´,
í svárastu pínslu og myrkastu neyð.
Hann livir, og vit skulu liva!

Hann reis upp við veldi, – hann legði mær leið;
ei dómurin meira meg nívir.
Nú deyðan og grøvina óttist eg ei:
eg veit, at mín frelsari livir!
Lat likam mítt leggjast í grøv bert um stund,
tá sál mín skal syngja á himmalsins grund:
Hann livir, og vit skulu liva!”