Mín Frelsari søkir sær ávøkst

Orð og lag: Ókendur
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Mín Frelsari søkir sær ávøkst
hjá okkum, Hann keypti so dýrt!
Hann sær eftir ávøkstri Andans
og starvi, sum dýrmetir Guð!

Niðurlag: Einki, bert leyv Hann har finnur,
á, hvat slíkt pína Hann man!
Tí ístaðin tann ávøkst, Hann søkir,
bert nálir og leyv finnur Hann!

2. Hann mynd sína søkir í okkum
hvørs lív Honum nú hoyra til;
Hann sær eftir neyð til at vinna
tær sálir, Hann okkum leit til.

3. Hann sær eftir einum at bera
sítt livandi Orð fjart og nær!
Hann sær eftir villigum hjørtum,
sum “ja” geva Honum sum svar!

FavoriteLoadingGoym tekstin