Mín góði Jesus, ver tú hjá mær

Orð: Óli Reinert
Lag: Klaus Østby

1. Mín góði Jesus, ver tú hjá mær!
Eg kann ei uttan teg liva;
hin sanni friður, hann er hjá tær,
har sálin ei er í iva.
Á slíkum grundum eg ei vil standa,
sum ikki halda í deyðans vanda,
men Jesus aldri svíkja vil.

2. Tann mann, ið Jesusi fylgir her,
vil verðin onga tíð fata,
hon heldur, slíkt bert ein villa er,
hon altíð Gud hevur hatað;
men nær hjá sínum vil Jesus vera
og gjøgnum mótstøðu væl tey bera,
um bert tey líta heilt á hann.

3. Nú vil eg takka tær, góði Gud,
at tú mær gavst tína náði!
Tín sæli friður fall mær í lut,
ei nokk eg takkað tær fái;
tað er so gott, Gud, títt barn at vera,
ei fatast kann tað, tú vildi gera:
At ofra Sonin fyri meg!

4. Mín góði Jesus, ver tú hjá mær!
Tí so kann einki meg skaða;
til hvíldar leggi eg meg hjá tær,
ei nakað burt meg kann draga.
Mín sál skal gleðast í tínum favni
og prísa hátt tínum stóra navni,
ta stund eg livi foldum á.

FavoriteLoadingGoym tekstin