Mín grái Fordur

Orð: Gunnleif Thomsen
Lag: Fólkalag

Ein frídag setti eg meg í mín bil,
so koyrdi eg so langt sum tað bar til.
Tann tankin kemur til mín meðan eg koyri,
hvønn kennir tú á Oyri,
ikki eina sjel!

Á Eiði eru nógvir sterkir menn,
tann sterkasti av teimum livir enn –
hjá honum sýnist ei at vera strævið
at fáa deyða havið
heilt upp undir knæ.

Eg haldi á, og útvarpið er frá.
Tað hoyrist hvør, ið leggur plátur á:
– tað næsta, vit nú hoyra, er ein svii,
Bjørn Afzelius Weihe,
eitur nakar so?

Mín grái Fordur
Sum hevur tænt mær væl,
Tá spidaran eg trýsti á,
fer annar viskarin upp frá,
og koblingin hon glíður ein fót.
Mín grái Fordur,
hevur tænt mær væl.
Men tað er so eiðasørt
at tað bítur á viðhvørt,
hvat skeivt havi eg gjørt?

So inn í eina sølubúð eg fór,
– eg ætlaði at keypa eina bjór,
men har var trongt sum seyður í tunnu,
um krambagentur runnu,
eg mátti geva tol.

Eg hyggi mær so í eitt Se & Hør,
har Rambolina vísir síni lør,
kvikliga eg leggi blaðið frá mær
áðrenn tað sæst á mær,
at eg havi sæð!
Tann gráa Fordin …

Nú fái eg og leypi so á dyr,
eg skundi mær at seta í fjórða gear.
Magnussen, hann spælir heila lortið,
frá “Gras” til “Mezzoforte”,
tað er púra vist.

Á veg til hús eitt vegskelti eg sá,
eg lesi so hvat stendur haruppiá.
Ein løta er til tíggjuoyrað fellur:
Oyndarfjørður, Hellur,
sig mær, passar tað.

ENdiliga eri eg við hús,
eg fái mær uppí eitt glas av djús
og leggi meg í songina at lesa
móðir sum Theresa,
av at koyra Ford.
Mín grái Fordur …

FavoriteLoadingGoym tekstin