Mín Gud, eg síggi eftir tínum orðum

Orð: Nicolina Frederiksen
Lag: A.P. Berggren

1. Mín Gud, eg síggi eftir tínum orðum,
eg frelstur gjøgnum Kristus eri vorðin!
Og, Harri, fyll við kærleika mítt hjarta,
meg ganga lat í ljósi tínum bjarta!

2. Mín Gud, tú sært, eg sjúkur, veikur eri
og skeivt mangt stig á vegi mínum geri!
Áh, Harri, halt mær fast við tínum hondum,
at eg ei heftast skal í Satans bondum!

3. Mín Gud, tú náðiorð manst øllum bjóða
ígjøgnum Jesus Krist, tín Son hin góða!
Hann ei læt upp sín munn, tá hann varð feldur,
av sínum fíggindum á krossin negldur.

4. Mín Gud, takk fyri, at tín Son tú førdi
til krossin, har av kærleika hann gjørdi
hitt undurfulla verk, sum frelsu ber mær!
Áh, Jesus, besti vinurin tú er mær!

5. Áh, vinur, náðiboðið til tín ljóðar –
gríp frelsuna, ið Harrin øllum bjóðar!
Hann elskar teg, áh, sál, og vil teg taka
inn í sín favn, har einki skal teg saka!

FavoriteLoadingGoym tekstin