Mín Gud, tín kærleiki

Símun Jóannesarson Hansen
Orð og lag: Graham Kendrick
Týtt: Símun Jóannesarson Hansen

1. Mín Gud, tín kærleiki
nú loyst meg hevur.
Tann skuld, ið tyngdi meg,
goldin er!

Niðurlag: Tann kærleiki, ið tú veitti mær,
tín kærleiki er til mín.
Í deyðanum skuldin goldin varð.
Tú gavst mær nýtt lív,
tú gavst mær nýtt lív.

2. Hin dag, hann gav sítt lív,
av sorg upptærdur.
Sítt lív hann veitti mær,
eg fekk frið.

3. Í dag hann frelsa kann,
nýtt lív hann býður.
Kom, lív títt honum gev,
tú fært frið.

FavoriteLoadingGoym tekstin