Mín Harri doyði trænum á

Orð: Hodgson Casson
Týtt: Victor Danielsen

1. Mín Harri doyði trænum á –
prís tær veri, blóðiga Lamb!
Áh, lat hann prís frá okkum fá –
prís tær veri, blóðiga Lamb!

Niðurlag:
Áh, Lamb, áh, Lamb, áh, blóðiga Lamb!
Eg elski dýra navnið títt,
tað gevur hita í hjarta mítt –
prís tær veri, blóðiga Lamb!

2. Ja, mína synd og skomm bar hann –
prís tær veri, blóðiga Lamb!
Og mær hann æviga frelsu vann –
prís tær veri, blóðiga Lamb!

3. Eg veit, mín synd út strikað er –
prís tær veri, blóðiga Lamb,
og heim til Zion leiðin ber –
prís tær veri, blóðiga Lamb!

4. Tá lívsins stormur úti er –
prís tær veri, blóðiga Lamb!
Mín sál tær betri lovsong ber –
prís tær veri, blóðiga Lamb!

FavoriteLoadingGoym tekstin