Mín Harri er upp risin

Orð og lag: Alfred H. Ackley
Týtt: Petur William Háberg

1. Mín Harri er upp risin,
hann er til staðar her.
Hann livir! Hvat so verðin
enn trýr, tað sama ger.
Eg síggi náðihond hans,
og rødd hans er mær kær.
Og tá eg heiti á hann,
tá er hann nær!

Niðurlag:
Hann reis, hann reis!
Hann livir tí í dag.
Hann eigur meg,
hann leiðir meg
til lívsins ljósa stað.
Hann reis, hann reis
og lív av deyða bar!
Hann tí, sum trýr,
í hjarta býr –
hann livir tí í mær!

2. Í øllum rundan um meg
hans náði vísir seg,
og um so hjartað troyttast,
ei mótið missi eg.
Eg veit, at hann meg leiðir
ígjøgnum ódnarnátt,
og skjótt av degi lýsir –
tað verður gott!

3. So gleð teg, kristni, gleð teg,
ber fram ein sigurssong,
eitt ævigt halleluja
til Kristus, konga kong.
Til fyrigeving synda
bert Jesus hevur vald,
og lívsins loynda lind er
í honum fjald.

FavoriteLoadingGoym tekstin