Mín Harri Jesus, hvar fert tú?

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Valdimar Briem
Lag 1: Minnst þú, ó, maður, á minn deyð
Lag 2 (28. juli 2007): Knút Olsen
Týtt: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Týddur í juni 1994.

1. Mín Harri Jesus, hvar fert tú?
ei nýtist mær at spyrja nú;
eg veit, tú fórt til fedraheim
at fagna boðskapin við gleim.

2. Tú har manst spyrja: Hvar fert tú,
sum hoyrir rødd á Drotni nú?
Hoyr, gongur tú á leiðum teim,
ið bera teg til fedraheim?

3. O, hvar fert tú, mítt barnið blítt,
sum brosar nú so milt og frítt?
O, Gud veit, hvar tín liggur leið,
hann leiði teg títt æviskeið.

4. Og hvar fert tú sum fok avstað
sum heiðin hind hvønn lívsins dag?
Tak pund títt, handla nú við tí,
so ferð tín endar himni í.

5. Og hvar fert tú, sum langa leið
her runnið hevur lívsins skeið?
Um rongum vegi tú ert á,
tak aðra betri stevnu tá.

6. Tú, barn mítt, hvørt sum tíðin fer,
Guds Halgi Andi fylgi tær,
og hvar enn liggur leiðin tín,
teg leiði Drottin heim til sín.

FavoriteLoadingGoym tekstin