Mín Harri kann byrðina bera

Meta av Fløtum
Orð: Oswald Jeffrey Smith
Lag: Bentley DeForest Ackley
Týtt: Meta av Fløtum
Upprunaheiti: The Saviour can solve every problem

1. Mín Harri kann byrðina bera,
um løtt ella illtung hon er,
hans styrki í veikleika prógvast,
hans megi av øllum jú ber.

Niðurlag: Mín Harri kann loysa hvønn spurning,
mær fløkjurnar greiða vil hann,
tað er einki, ið er ov torført,
ei er nakað, ið hann ikki kann.

2. Mín Harri kann sorgina lætta,
hann Gud alrar troystar jú er,
hann frið sín í royndum her gevur,
ein útveg úr freistingum ger.

3. Mín Harri kann styrkja tey veiku,
hans náði er øllum nóg rík,
hvørt stig hann til Himmals jú kennir,
og skjótt honum gerast vit lík.

4. Hann valdið á syndini brýtur,
hann langt síðan sigurin vann,
hann loysir tey bond, ið enn binda,
hvønn fígginda vinna hann kann.

5. Mín Harri kann stilla til fulnar
tann longsil, í hjartanum býr,
hans nærvera halgar og mennir
av sonnum ta sál, á hann trýr.

FavoriteLoadingGoym tekstin