Mín Harri, lat meg einki frá tær draga

Orð: Óli Reinert
Lag: A.P. Berggren

1. Mín Harri, lat meg einki frá tær draga!
Tú hjálpa kanst, so einki meg kann skaða;
um her mín ætlan stundum brátt kann bresta,
tú altíð veitst, hvat er mær til mítt besta.

2. Tú hoyrdi mína bøn, tá eg var ræddur,
tú kendi meg, sum langt av leið var staddur,
tú gavst mær hvíld í tínum sterka armi,
gavst frið í mínum sorgarfylta barmi.

3. Lat meg ei keðast fyri teg at liva,
tak út úr hjartanum hvønn lítlan iva,
sum forðar fyri tínum halga Anda,
ið eina bjargar mær úr neyð og vanda!

FavoriteLoadingGoym tekstin