Mín Harri, leið meg gøtu ta

Orð: Ókendur
Lag: N. Lindblad
Týtt: Árni Jacobsen
Upprunaheiti: My prayer

1. Mín Harri, leið meg gøtu ta,
har tú kanst fylgja mær,
og lær meg kenna vilja tín,
í øllum fylgja tær.

2. Vís tú mær, hvat ein sál er verd,
sum gongur syndaveg,
og hvussu dýrt tað var, tá tú
teg sjálvan ofraði.

3. Áh, Harri, hoyr tú mína bøn
og lat meg læra tað:
At vinna sálir fyri teg,
sum tú meg, Harri, bað!