Mín Harri og Frelsari, tú, sum meg vann

Orð: Levi Joensen
Lag: William G. Fisher

1. Mín Harri og Frelsari, tú, sum meg vann
við blóðinum dýra, sum hin dagin rann,
tá negldur til krossplankan – sligin tú hekk –
og neyðin ófatandi yvir teg gekk!

Niðurlag:
Neyð tín var stór,
ófatandi stór,
tá stillur sum lambið í deyðan tú fór!

2. Hvør var hasin tímin tó tungur hjá tær,
tá naglarnir píndu og krúnan teg skar.
Og Faðirin vendi sær frá tær tann dag.
Takk, Harri, tú leið hetta alt í mín stað!

3. Mín Frelsari kæri, nú hongur tú ei
á krossinum harða, ei har ert tú – nei.
Í Himlinum høga, har situr tú nú;
tær leingist, at brúðurin festir har bú.

4. Nú kemur tú skjótt, Harri Jesus, ein dag
at flyta meg heim í hin himmalska stað.
Ja, har skal eg gleðast og syngja um teg,
sum gekk henda sorgtunga veg fyri meg.

FavoriteLoadingGoym tekstin