Mín hond er so lítil og veik

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Ingrid Cederlund
Týtt: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Týddur í februar 2007.

1. Mín hond er so lítil og veik,
men sjálvt um so mangan eg sveik,
meg Jesus vil leiða og bera,
so honum til gagns eg kann vera.

2. Eg trilvandi flyti mín fót,
men gangi eg Himlinum mót?
Eg veit, tá til Jesus eg biði,
á vegnum hann trygt tá meg styði.

3. Mit hjarta varð sárað ein dag,
tí syndin mær dálkaði tað,
men tøkk, tá eg Jesus´ tað beri,
straks tváað í blóði tað verði.

FavoriteLoadingGoym tekstin